Innanlands

Arbeiðsloysið 1,2 prosent í mars

Sambært Hagstovuni vóru 153 kvinnur og 263 menn raktir av arbeiðsloysi í mars

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-04-28 12:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mars var arbeiðsloysið í Føroyum 1,2 prosent, og tað er tað sama sum í mars mánað í fjør, skrivar Hagstovan.

Í mars vóru 416 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum er 11 færri enn sama mánað í fjør. Hetta svarar til 352 fulltíðararebiðsleys - 12 færri í mun til sama tíðarskeið árið fyri.

153 kvinnur og 263 menn vóru raktir av arbeiðsloysi í mars, sum eru ávikavist 21 færri og 10 fleiri enn sama mánað í fjør.

Hetta svarar til 129 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur og 224 fulltíðararbeiðsleysar menn, sum er eitt arbeiðsloysi á ávikavist 0,9 og 1,4 prosent. Minkingin hjá kvinnum var 0,2 prosent, og hjá monnum var arbeiðsloysið 0,1 prosent hægri samanborið við mars í fjør, skrivar Hagstovan.

46 persónar - ella 11,1 prosent av teimum arbeiðsleysu í mars vóru langtíðararbeiðsleys. Hetta merkir, at tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Talið á langtíðararbeiðsleysum í mars var 12 fleiri enn í mars í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder