Innanlands

Arbeiðsloysið eitt prosent í januar

Hetta er eitt vet minni enn í januar mánaði í fjør

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2025-02-25 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Arbeiðsloysið í januar mánaði í ár var 1,0 prosent, sum er nakað meira enn í desember, men 0,1 prosentstig minni enn tað var í januar mánaði í fjør.

Tað vísa nýggjastu tølini fyri arbeiðsmarknaðin, sum Hagstovan kunngerð í dag.

Í januar vóru 318 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 20 færri enn árið fyri. 374 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 36 færri enn í januar í fjør.

Av teimum 318 fulltíðararbeiðsleysu, vóru 118 kvinnur, svarandi til eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hjá monnunum var arbeiðsloysið 1,3 prosent við 200 fulltíðararbeiðsleysum monnum.


Minst arbeiðsloysi í Sandoy

Arbeiðsloysið er minst í Sandoynni, har arbeiðsloysið var 0,5 prosent. Tað eru 0,9 proentstig lægri enn í januar í fjør.

Størsta arbeiðsloysið í januar var í Norðurstreymoyar øki, har tað lá á 1,3 prosentum.

Tey 25 til 34 ára gomlu eru harðast rakt av arbeiðsloysi. Í hesum aldursbólki var arbeiðsloysið 1,6 prosent. Minst er arbeiðsloysið hjá teimum 16 til 24 ára gomlu og teimum 45 til 54 ára gomlu, har tað lá á 0,8 prosentum.

Fleiri langtíðararbeiðsleys

Næstan 30 prosent av teimum arbeiðsleysu høvdu verið arbeiðsleys millum 30 og 89 dagar. Í januar vóru 43 persónar, ella 11,5 prosent ,langtíðararbeiðsleys, sum vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Talið fyri langtíðararbeiðsleysar persónar var 12 fleiri í januar í ár enn januar í fjør, upplýsir Hagstovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder