Í juli mánaði lá arbeiðsloysið í Føroyum á 1,3 prosent. Tað er munandi minni enn fyri einum ári síðani, tá arbeiðsloysið var 1,7 prosent. Gongdin í arbeiðsloysinum hevur seinasta hálva árið funnið eina legu, ið liggur um 1,2 prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Enn er eitt sindur á muni á arbeiðsloysinum millum kynini. Í juli var arbeiðsloysi hjá monnunum eitt prosent, meðan tað hjá kvinnunum var 1,5 prosent. Sama mánað í fjør var tað 1,4 prosent hjá monnum og 2,1 hjá kvinnum. Arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er minkaður seinastu trý árini.
Tá hugt verður at økjunum, so er arbeiðsloysið framvegis nógv størst í Suðuroynni, har tað teir seinastu 12 mánaðirnar er minkað úr 4,5 niður í 3,9 prosent, sum tó er munandi hægdi enn alla aðra staðni í Føroyum.
Minst er tað nú í Norðstreymoy, har tað liggur á 0,7 prosent, og í Eysturoy og Norðoyggjum, har tað er 0,8 prosent. Í Vágum hækkaði arbeiðsloysið frá juli 2018 til juli 2019 úr 0,7 upp í 1,1 prosent.
Í øllum aldursbólkum er arbeiðsloysið minkað í mun til í fjør. Í juli var arbeiðsloysi millum 0,9 og 1,3 prosent í flestu aldursbólkum uttan hjá teimum 25-34 ára gomlu. Í hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysi 2,1 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald