
Í februar var arbeiðsloysið í Føroyum 1,1 prosent, sum er 0,1 prosent minni samanborið við februar í fjør. Hjá kvinnunum var arbeiðsloysið 0,8 prosent, og hjá monnum var tað 1,2 prosent.
387 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í februar, sum eru 52 færri enn í februar árið fyri. Talan er um 145 kvinnur, og 242 menn.
Samanborið við februar í fjør vórðu 36 færri kvinnur og 16 færri menn raktir av arbeiðsloysi.
Í februar vóru 320 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 37 færri enn árið fyri. Tað svarar til 118 kvinnur og 202 menn, sum er ávikavist 0,2 og 0,1 prosent lægri samanborið við februar í fjør.
43 persónar - 11,1 prosent av teimum arbeiðsleysu - vóru langtíðararbeiðsleysir, sum merkir, at tey hava verið arbeiðsleys longur enn eitt ár. Tað eru átta persónar fleiri enn í februar í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald