Innanlands

Arbeiðsloysið var eitt prosent í januar

Hetta svarar til 286 fulltíðararbeiðsleys – Talið er tó lægri í mun til í januar í fjør, tá arbeiðsloysið var 1,5 prosent

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-29 19:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í januar var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent, ið svarar til 286 fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Tilsamans 345 persónar vórðu raktir av arbeiðsloysi í januar.

Sambært Hagstovuni er tað ein minking samanborið við januar í fjør, har arbeiðsloysið var 1,5 prosent.

Í januar var arbeiðsloysið eitt prosent hjá monnum, men hjá kvinnum var tað eitt sindur lægri – 0,9 prosent. Í januar í fjør var tað hægri hjá kvinnunum. Har var tað 1,4 prosent hjá monnum og 1,6 prosent hjá kvinnum.

Tá hugt verður at arbeiðsloysinum kring landið, sæst, at arbeiðsloysið er lægst í Norðurstreymoy og í Noroyggjum – 0,5 prosent. Arbeiðsloysið er hægst í Suðuroy – tvey prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder