Seinnapartin mánadagin, í gjár, fekk løgreglan fráboðan um eitt møguligt arbeiðsóhapp á Fútakletti í Vágum.
Ein sjúkrabilur varð sendur til smoltstøðina og eisini ein patrulja hjá løgregluni.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini, var hetta tó tíbetur ikki heilt álvarsamt. Hann fær ikki sagt meira um, júst hvat hendi.
Arbeiðseftirlitið skal tó kannað málið nærri.
Vaktleiðarin upplýsir eisini, at fýra nummarplátur vórðu tiknar í Eysturoynni í nátt. Talan er um fólk, sum millum annað ikki hava rindað vegskatt. Nú skulu tey rinda fyri at fáa pláturnar aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald