2026-07-08 08:12
Tíðliga seinnapartin í gjár var eitt arbeiðsóhapp á Vónini í Fuglafirði, har ein trukkur koppaði, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Sjúkrabilur og løgregla fóru á staðið, og Arbeiðs- og brunaeftirlitið var eisini boðsent.
Førarin slapp úr trukkinum og varð koyrdur á sjúkrahúsið.
Førarin fekk, sum skilst, onkrar skaðar, men talan var ikki um nakað lívshættisligt, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald