Í døgnrapportini hjá løgregluni fyri týsdagin 14. juli, eru fleiri óhapp skrásett: Eitt arbeiðsóhapp og tvey í ferðsluni.
Seinnapartim í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt arbeiðsóhapp var hent í Vágum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun vil ikki siga júst hvar, men sambært jn.fo hendi hetta á Giljanesi.
Talan var um ein persón, sum framdi arbeiði við einari sag. Viðkomandi var óheppin og skar seg.
Sambært vaktleiðaranum kundi tað gingið væl verri, um ikki persónurin fekk skjóta hjálp. Talan var tó um ein stóran skað - løgreglan fær tó ikki sagt meira um málið.
Sjúkrabilur kom sjálvandi eisini á staðið, og tað gjørdu løgregla og arbeiðseftirlitið eisini. Persónurin, ið skar seg, varð fluttur á sjúkrahús.
Fleiri soloóhapp í ferðsluni
Tvey ferðsluóhapp hendu - eitt í gjárkvøldið og eitt í nátt.
Í Vestmanna hevði ein, ið koyrdi motorsúkklu ella motocross, rent á eina bingju. Í fyrstu syftu fekk persónurin hjálp frá fólki, ið kom á staðið, og fór heim. Men løgregla og sjúkrabilur komu seinni: Mett varð, at læknahjálp skuldi til eftir samanstoytin.
Klokkan tvey í nátt hendi eitt annað ferðsluóhapp. Hetta var uttanfyri Leirvíkstunnilin.
Ein bilførari megnaði onkursvegna ikki at halda seg á vegnum og rendi á bilverjuna. Upplýst verður, at talan ikki var um stóran persónssskaða - men bilverja og bilur fingu stóran skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald