2021-11-13 11:25

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt arbeiðsóhapp í høvuðsstaðarøkinum.
Sambært Kringvarpinum var talan um ein mann, sum varð raktur av einari ketu á Gomlurætt.
Løgreglan sigur, at maðurin varð innlagdur á Landssjúkrahúsið, men skaðin er ikki so álvarsamur, at hann er í lívsvanda.
Júst hvat tað er, sum er hent veit løgreglan ikki at siga, tí maðurin er ikki avhoyrdur enn, men Arbeiðseftirlitið er kunnað, og fara tey at royna at fáa greiðu, hvat tað var, sum hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald