Innanlands

Arbeiðstakarasáttmálar gjørdir um Sambýlið í Reynstúni á Argjum

Sáttmálar eru undirskrivaðir við P/F Articon, P/F Maria Poulsen og Sp/f El.fo – Arbeiðið byrjar í næstum, og skal tað verða liðugt síðst í 2023

Hans Tausen, verkætlanarleiðari, P/F Maria Poulsen; Kjartan á Dul, stjóri, P/F Maria Poulsen; Sunvard Andreasen, framleiðsluleiðari, P/F Articon; Jón Sigurdson, stjóri, P/F Articon; Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum; Sigurd L. Lamhauge, stjóri, Landverk; Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari, Landsverk; Heini E. Egholm, verkætlarleiðari, Landverk; og Arne Debes Madsen, tekniskur stjóri, El.fo (Mynd: Almannamálaráðið)

2022-05-26 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu arbeiðstøkusáttmálarnir at byggja nýggja Sambýlið í Reynstúni á Argjum til fólk við menningartarni og fjølbreki undirskrivaðir.

Arbeiðstøkusáttmálar eru undirskrivaðir við P/F Articon (jørð, kloakk og bygning), P/F Maria Poulsen (HVS og ventilatión) og Sp/f El.fo (el og ABA).

Heimið verður til 18 búfólk, sum hava tørv á røkt og stuðul alt samdøgrið. Umframt búeindirnar eru felagsøki og starvsfólkaøki. Heimið fer at liggja beint omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin á Argjum.

Tað er Teknistovan MAP arkitektar, sum hevur prosjekterað verkætlanina.

Sambært heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum byrjar arbeiðið í næstum, og skal tað verða liðugt síðst í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder