Innanlands

Maður í 50'unum læt lív í arbeiðsvanlukku

Arbeiðsvanlukka í Leirvík í gjárkvøldið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-17 07:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk um 20 tíðina í gjár boð um syrgiliga arbeiðsvanlukku í Leirvík. Ein maður í 50'unum varð funnin partvís undir einari gravimaskinu, sum varð koppað.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at maðurin arbeiddi við einari gravimaskinu eini 200 metrar frá vegnum út móti Hagaleiti. Samband fekst ikki við mannin, og tá fólk fóru á staðið, varð hann funnin partvís undir maskinuni, sum varð koppað.

Alt varð sent á staðið, men tað var tíverri einki at gera.

Arbeiðseftirlitið varð eisini boðsent, og kannar tilburðin. Líkskoðan verður eisini gjørd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder