Innanlands

Arctic Voyager rent á land í Fuglafirði

MRCC fekk um ellivu tíðina fráboðan um, at uppsjóvarskipið Arctic Voyager hevði rent á land. Eingin vandi á ferð fyri manningina

2019-11-04 00:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arctic Voyager rendi um 23 tíðina í kvøld á land í Fuglafirði eystanfyri Vónina. Fýra mans eru umborð, men eingin vandi er á ferð fyri manningina, sigur MRCC.

Í løtuni vita tey ikki so nógv á MRCC um hendingina. Brimil lá í Fuglafirði, so hann var skjótur á staðnum meðan bjargingarbáturin Ziska og Tjaldrið eru ávegis.

[object Object](Marinetraffic.com)

Á Marinetraffic sæst, at Arctic Voyager hevði júst lagt frá landið, og hevði sett kósina út eftir fjørðinum, men at kósin brádliga broyttist beint móti landi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder