Uttanlands

Ardern gevst sum stjórnarleiðari í Nýsælandi

Labour-flokkurin skal finna nýggjan leiðara um vikuskiftið

Jacinda Ardern (Savnsmynd: EPA)

Jacinda Ardern (Savnsmynd: EPA)

2023-01-19 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Forsætisráðkvinnan í Nýsælandi, Jacinda Ardern, gevst sum stjórnarleiðari 7. februar. Hetta hendir eftir gjølliga umhugsan og avgerð um ikki at stilla uppaftur, skrivar Radio New Zealand.

Ardern upplýsir, at hon hevur brúkt summarið til at umhugsa sína støðu.

- Tú kanst ikki og skalt ikki gera tað, uttan at tú hevur ein fullan tanga og eitt sindur afturat í reserva til óvæntaðar avbjóðingar, sigur hon í samrøðu við útvarpsstøðina.

42 ára gamli politikarin sigur, at hon í løtuni ikki hevur nakrar ætlanir fyri, hvat skal henda í lívi hennara, men at hon fyribils heldur fram sum limur í tjóðartinginum.

14. oktober er val í Nýsælandi. Ardern, ið umboðar Labour-flokkin ivast ikki í, at flokkurin kann endurvinna valdið uttan hana sum leiðara.

22. januar verður atkvøðugreiðsla í flokkinum, hvør skal gerast nýggjur leiðari, skrivar AFP tíðindastovan.

Núverandi varaforsætisráðharrin, Grand Robertson sigur, at hann ikki hevur ætlanir um at fara eftir sessinum.

Ardern hevur verið stjórnarleiðari síðan 2017. Hon gjørdist serliga gitin fyri sín máta at handfara koronafarsóttina. Í fjørsummar lat Nýsæland landð uppaftur eftir nærum at hava verið afturlatið í tvey ár.

Hon gjørdist limur í Labour-flokkinum sum tannáringur, og hon varð vald í tjóðartingið á fyrsta sinni í 2008, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder