Uttanlands

Ari Behn doyði fyri egnari hond

Fyrrverandi maðurin hjá norsku Märtha Louise prinsessu gjørdist 47 ára gamal

Ari Behn, her saman við Mette-Marit krúnprinsessu og Märtha Louise, til brúdleypið hjá svenska Carl Philip, prinsi, í 2015 (Mynd: EPA)

Ari Behn, her saman við Mette-Marit krúnprinsessu og Märtha Louise, til brúdleypið hjá svenska Carl Philip, prinsi, í 2015 (Mynd: EPA)

2019-12-25 22:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski rithøvundurin, listamaðurin og fyrrverandi hjúnafelagin hjá Märtha Louise, prinsessu í Noregi, Ari Behn, er deyður, 47 ár.

- Tað er við sorg í hjartanum, at vit, tey nærmastu hjá Ari Behn, mugu boða frá, at hann í dag tók egna lív sítt. Vit biðja um viðring fyri okkara privatlívi hesa komandi tíðina, sigur ein talsmaður fyri familjuna við norskar miðlar.

Ari Behn giftist við Märtha Louise prinsessu í 2002. Tey vórðu sundurlisin í 2016 og hjúnaðarskild í 2017.

Tey áttu tríggjar døtur saman: 16 ára gomlu Maud Angelica, 14 ára gomlu Leah Isadora og 11 ára gomlu Emma Tallulah.

Harald kongur av Noregi skrivar í eini fráboðan, at tað er við stórari sort, at hann og Sonja drotning hava fingið boðini um at Ari Behn er farin.

- Ari var ein týðandi partur av okkara familju gjøgnum mong ár, og vit eiga heit og góð minni um hann saman við okkum, skrivar kongur.

- Vit syrgja yvir, at okkara barnabørn hava mist ein kæran pápa og hava djúpa samkenslu við foreldrum og systkjum, sum nú hava mist ein kæran son og bróður.

Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa skriva, at tey øll vóru góð við Ari Behn.

- Fyri okkum var Ari ein góður vinur, ein kærur familjulimur og ein fantastiskur maður at faðirsystur, sum vit hava deilt nógv av lívsins smáu og stóru løtum saman við.

Ari Behn var føddur í Danmark í 1972. Hann búði fyrstu ár síni í Danmark og Onglandi áðrenn familjan flutti til Noregs.

Í 1999 gav hann út sítt fyrsta stuttsøgusavn, ”Trist som faen, Fortællinger”, sum var sera væl móttikið. Hann skrivaði skaldstøgur, stuttsøgur, sjónvarpsdokumentarir og skrivaði eisini í fleiri norskum dagbløðum og tíðarritum.

Í 2011 skrivaði hann leikin ”Treningstimen”, sum varð framførdur á Rogaland Teater.

Seinastu tíðina hevur Ari Behn havt viðgongd sum myndalistamaður. Ritzau skrivar frá Nettavisen, at í fjør seldi hann málningar fyri 5,7 milliónir norskar krónur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder