Mentan

Ari Hammer Joensen í Hoyvíkar kirkju

Týskvøldið verður urgukonsert í Hoyvíkar kirkju

2024-08-17 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týskvøldið 20. august verður urgukonsert í Hoyvíkar kirkju við unga úrmælinginum Ari Hammer Joensen.

Hoyvíkar kirkja læt herfyri byggja nýggja urgu, og varð hon vígd fyrraárið.

Ari Hammer Joensen vann í fjør fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár, og nú lesur hann á Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Í juli var hann á urguskeiði í Hollandi, og í  mai vann hann aðru virðisløn í Rued Langgaard kappingini í Keypmannahavn, og fyrr í ár fekk hann eisini gávugóðs úr úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum.

Konsertin verður týskvøldið klokkan 20.

Skráin fyri konsertina:

  • Bach - Passacaglia í c-moll BWV 582
  • Mendelssohn - Sonata nr. 2 í c-moll Op. 65
  • Reubke - Sonata á 94. sálmi í c-moll
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder