Mentan

Ariana Grande kemur til Danmarkar

Amerikanska poppstjørnan er til reiðar at fara á konsertferð aftur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-12-15 16:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá amerikanska poppstjørnan Ariana Grande fer á konsertferð næsta ár, gongur leiðin millum annað til Danmarkar.

Eftir ætlan skal Ariana Grande framføra í Royal Arena í Keypmannahavn 1. oktober 2019, skrivar TV2.

Konsertferðin eitur "Sweetener" eftir seinasta fløgu hennara, og leiðin gongur kring alt Evropa. Millum annað fer hon at hava konsertir í Pólandi, Írlandi og í Norðurlondum.

Enn er ikki greitt, nær atgongumerki verða sett til sølu.

Væntað verður, at Ariana Grande nær at koma við nýggjari útgávu, áðrenn konsertina í Royal Arena. Nýggjasta hitt-lagið hjá henni, "Thank U, Next" verður millum løgini á hesari útgávuni.

Seinasta konsertferðin hjá Ariana Grande, byrjaði í februar 2017 og endaði í september sama ár. Ariana Grande avlýsti fleiri konsertir á ferðini, eftir at ein spreinging í Manchester Arena, har hon júst hevði havt konsert, kravdi 22 mannalív.

Songkvinnan sjálv fekk ongan skaða, men var rættiliga skelkað aftaná hendingina, og tí tók hon ein steðg frá konsertferðini í tvær vikur.

Ariana Grande hevur staðfest, at hon síðan yvirgangsálopið í Manchester hevur stríðst við angist og PTSD, men í september skrivaði hon í dagføring á Twitter, at hon var til reiðar at fara á konsertferð aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder