Uttanlands

Ariana Grande uppi undir liðini hjá The Beatles

Songkvinnan er tann fyrsta síðani The Beatles at hava trý tey ovastu hittini í USA

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-02-20 16:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanska songkvinnan Ariana Grande hevur megnað tað, sum einans The Beatles hava megnað áður - at eiga trý hitt av somu fløgu ovast á Billboard Hot 100 listanum í USA.

The Beatles framdu eitt bragd í 1964, tá sangirnir “Can’t Buy Me Love”, “Twist and Shout” og “Do You Want to Know a Secret” lógu á trimum teimum fremstu plássununum á Billboard listanum. Tá lógu sangirnir enntá tvær ferðir ovast á listanum.

Nú 55 ár seinni er bragdið endurtikið. Ariana Grande hevur fyri kortum givið út nýggja fløgu og í løtuni liggja tríggir sangir av fløguni “Thank U, Next” ovast á Billboard Hot 100 listanum. Tað eru sangirnir “7 Rings”, “Break Up With Your Girlfriend, I’m Bored” og “Thank U, Next”.

Billboard Hot 100 listin byggir á mest spældu sangirnar, bæði á fløgu, talgilt, hvussu ofta teir verða spældir í útvarpinum og hvussu ofta teir verða stroymdir.

Ariana Grande hevur havt nógva framgongd farna árið, og var í 2018 vald til “Ársins Kvinna” av Billboard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder