Innanlands

Ársins Fyrstihjálpari 2019 kosin

Heiðurin fór til Jákup Petur Joensen, Allan Jacobsen, Beintu Virgarsdóttir og Lindu Kjærbo-Veyhe fyri at veita lívbjargandi fyrstuhjálp, tá ein maður í Vági fekk ein hjartatilburð í desember

Mynd: Facebook/Reyði Krossur Føroya

Mynd: Facebook/Reyði Krossur Føroya

2020-02-05 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag vóru Ársins Fyrstihjálparir kosnir, og heiðurin fór hesuferð til Jákup Petur Joensen, Allan Jacobsen, Beintu Virgarsdóttir og Lindu Kjærbo-Veyhe fyri at veita lívbjargandi fyrstuhjálp.

Reyði Krossur greiðir soleiðis frá:

Tað var hin 27. desember 2019, at ein 53-ára gamal maður fekk ein hjartatilburð í bili sínum í Vági. Tilnevndu persónarnir, ið vóru nærindis, komu beinan vegin manninum til hjálpar. Tað vísti seg, at maðurin hevði hjartasteðg.

Tey bóru skjótt at, fingu mannin úr bilinum og byrjaðu beinan vegin lívbjargandi fyrstuhjálp, samstundis sum tann eini persónurin boðaði alarmsentralinum frá og fekk útvegað hjartastartara, ið var nærindis

Hildið varð áfram við lívbjargandi fyrstuhjálp til sjúkrabilurin kom á staðið. Tað var henda fyrstahjálpin, ið tilnevndu persónar góvu, ið bjargaði lívið á manninum.

Ársins Fyrstuhjálparar 2019 fáa heiðursbræv frá Reyða Krossi, umframt blómutyssi og peningaupphædd frá Betri Trygging.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder