Innanlands

Arkitektakappingin um Tjóðleikhús Føroya er liðug

Frá fríggjadegnum verður høvi hjá almenninginum at síggja øll innkomnu uppskotini til nýtt tjóðleikhús á Eystaru Bryggju í Havn

2022-09-07 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai varð bjóðað til arkitektakapping fyri undangóðkendum toymum at gera uppskot til eitt nýtt tjóðleikhús á Eystara Bryggju í Havn.

Freistin at lata inn uppskot var 25. august. Kappingin er nú liðug, og í vikuni verður høvi hjá almenninginum at síggja øll innkomnu uppskotini.

Uppskotini verða víst fram í Mullers Pakkhúsi frá fríggjadegnum, skrivar Landsverk í tíðindaskrivi.

Opið verður fríggjadagin 9. september frá klokkan 15 til 17, og leygardagin 10. september millum klokkan 13 og 17. Eisini verður opið mánadagin til mikudagin 12. - 14. september millum klokkan 13 og 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder