Uttanlands

Arktiskur kuldi í USA kravt áleið 6 mannalív

Býir verða niðurlagdir Miðvestur USA í hesum døgum orsakað av arktiskum kulda, sum streymar yvir landspartin.

Mynd: EPA/KAMIL KRZACZYNSKI

Mynd: EPA/KAMIL KRZACZYNSKI

2019-01-30 20:38 Author image
Elisa Vang
placeholder

Í minsta lagi seks fólk hava latið lív sum fylgja av kalda arktiska veðrinum.

 

av tí at ein sokallað polar-meldurstreymur herjar tvørturum landspartin.

Tað skrivar BBC News á heimasíðuni.

Í Chicago fara kuldastigini heilt niður í -30 stig, tað er kaldari enn í Antarktis. Og -37 kuldastig í North Dakota. Kalda frostveðið ávirkar umleið 250 milliónir amerikanarar.

Upp í 60 cm. av kava kann væntast komandi dagarnir í millum annað Wisconsin. 

- Hetta kann gerast søguligt, segði Ricky Castro, veðurmaur á National Weater Service í Illinois.

NWS ávarar um frostbit eftir bert 10 minuttum uttandura. 


Deyðstilburðirnir:

Ein maður varð dripin av eini kavaplógv og ein maður doyði í kulda í eini garasju.

Ein 82 ára gamal maður doyði av hypotermi uttanfyri heim sítt í Pekin, Illinois. Og eitt par lat lív í eini bilvanlukku á hála vegunum í Norðurindiana.

 

Les meira um polar-meldurstreymin í USA HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder