Innanlands

Árliga ferðavinnuátakið hjá Visit Faroe Islands setur met

135 fólk luttaka á verkstovuni í Norðurlandahúsinum. Hetta er 18. árið, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroya

(Mynd: Visit Faroe Islands)

(Mynd: Visit Faroe Islands)

2024-04-26 13:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Árliga Visit Faroe Islands átakið, byrjaði í morgun. Hetta er 18. árið, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroya, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál. Hetta er tað størsta tiltakið í Føroyum fyri útlendskum ferðasmiðum og tískil gleðast Visit Faroe Islands saman við vinnuni um árliga tiltakið.

Í ár luttaka í alt 135 fólk, harav 57 eru umboð úr 18 ymiskum londum kring heimin, sum t.d úr hinum Norðurlondunum, Belgia, Týsklandi, Italia, Fraklandi, Kanada og USA. Í ár er enn størri áhugi enn undanfarin ár hjá føroyskum fyritøkum at taka lut. Heili 52 føroyskar ferðavinnufyritøkur eru við, fleiri av teimum eru nýggir útbjóðarar, sum eru við fyri fyrstu ferð, t.d Faroe Voyage, F'ljóð Living Room Concerrs og Nólsoyarstova, men eisini fyritøkur, sum hava verið virknar leingi, eru við fyri fyrstu ferð, sum t.d Pakkhúsið í Bø.

[object Object](Mynd: Visit Faroe Islands)

Visit Faroe Islands tiltakið er liður í arbeiðinum at økja um talið av útlendskum ferðasmiðum sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta er, at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroya, so tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða okkara gestum.

[object Object](Mynd: Visit Faroe Islands)

Norðurlandahúsið er karmur um verkstovuna, sum byrjaði klokkan 9 í morgun, har útlendsku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum og hoyra um teir mongu møguleikarnar, sum Føroyar hava at bjóða. Seinni í kvøld er døgurði fyri luttakarunum, har tey sleppa at uppliva føroyska mat- og tónleikamentan. Leygardagin er útferð á skránni og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder