Fyrireikararnir boða frá, at sunnudagin 11. august kl. 16.00 verður aftur høvi at njóta serstøku upplivingina at vera til gudstænastu í gjónni við Gjógv. Útigudstænastan er vorðið eitt árligt tiltak, ið sambært fyrireikarunum hevur fingið alsamt størri undirtøku fyri hvørt ár.
Nýinsetta prestin, Jonhard Jógvanson, verða skjútsaður inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringir.
(Her er tað Emil Olsen, ið hevur guðstænastuna - Mynd: Jens Kr. Vang)
Preludium, postludium og sang undir gudstænastuni eigur Tarira, við Kára Bæk sum kórleiðara, og til felagssálmarnar spælir Eiðis ljómfelag, ið Oddur Hentze stjórnar. Eftir prædikuna verður høvi at hoyra systrarnar Elsu Mariu og Biritu Dam framføra tríggjar duettir hjá Mozart fyri tvørfloytu og bratsj.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald