Innanlands

Árliga jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata verður sunnukvøldið

Konsertin, sum hevur til endamáls at savna inn pengar til fíggjarliga sperdar barnafamiljur, verður í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið kl. 19, og verður eisini víst beinleiðis í Kringvarpinum

Konsertin verður í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið (Savnsmynd)

Konsertin verður í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið (Savnsmynd)

2024-11-29 21:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú stundar til árligu jólakonsertina Í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata.

Annlis Bjarkhamar tók stig til átakið í 2010, og hevur tað síðani tá verið fastur táttur við tí endamáli at veita hjálp til barnafamiljur í Føroyum. Í 2015 tók Barnabati yvir og um somu tíð, byrjaði Barnabati eitt samstarv við Sigrið Sivertsen, kórleiðara, at samskipa árligu jólakonsertina.

Árliga jóla- og stuðulskonsertin verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagin 1. desember klokkan 19. Konsertin verður víst beinleiðis í Kringvarpinum.

Tey, sum framføra á ársins konsert eru Jazzygold, Uni Debess, Tróndur og Lív, Døgg Nónsgjógv, Bjarki V. Trondesen, Die Færøsche Polkaband, Dreingjakórið undir Brúnni, Marianna Winter & Ragnar Finsson, Xperiment, og Bárður á Lakjuni.

– Jólini eiga at vera ein gleðistíð hjá barninum. Fátækraváði merkir ikki bara manglandi peningur, men er eisini ein sosial avbjóðing, sum kann ávirka menning og trivnað hjá einum barni og ungdómi. Tað kann tykjast trupult at ímynda sær fátækraváða í einum landi, har vælferðarstøðið er høgt, og fólk hava atgongd til nógvar fjøltáttaðar hentleikar. Men fyri tey, ið liva í fátækraváða, er hendan
støðan ein veruleiki. Jólini eru onkursvegna barnanna høgtíð, og minnini um barnajólini ber barnið við sær restina av lívinum. Tí er týdningurin av at stuðla ótrúliga týdningarmikil.

– Barnafamiljur, ið hava torført við at fáa endarnar at røkka saman, senda Barnabata eina motiveraða umsókn, og Barnabati viðger síðani allar innkomnu umsóknirnar, og letur gávukort til tær familjurnar, ið liva undir fátækramarkinum.
Eisini verður atlit tikið til, hvussu nógv vaksin eru í húskinum, og hvussu nógv børn eru í ymsum aldursbólkum. Barnabati spyr inn til, hvat tað eru fyri umstøður, ið gera seg galdandi hjá teimum ymsu familjunum, tí tað kann í summum førum vera, at barnafamiljur eru komnar í truplar bráfeingis støður; til dømis í sambandi við brádligt arbeiðsloysi, ella um deyði hevur verið í familjuni, skrivar Barnabati.

Tey, sum ynskja at stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum, kunnu stuðla á heimasíðuni hjá Barnabata.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder