Aftur í ár verður jólasøla á Verkstaðnum Vón á Hóvabrekka 1, á Argjum.
Á jólasøluni verða lutirnir, sum eru framleiddir seinasta árið, sýndir fram og seldir. Peningurin, sum kemur inn, fer til at keypa tilfar til framleiðsluna komandi ár, og til ymiskt annað, sum kemur virkseminum á verkstaðnum til góðar.
Á jólasøluni fáast alskins jóla- og gávulutir, sum m.a. eru evnaðir úr træi, glasi, pappíri og ull. Til ber at síggja myndir av nøkrum av tí, sum verður selt, á Facebook síðuni hjá Verkstaðnum Vón.
Opið verður mánadag til fríggjadag frá kl. 13.00 – 18.00 í hesu vikuni. Talan er um jólasølu, sum í ár er løgd til rættis sambært almennu tilmælunum, og tí hevur kaféin ikki opið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald