2021-12-23 20:10
Árliga rekkjukoyringin í Vágum er á tollaksmessu, og heldur ikki í ár er nakað undantak.
Byrjað verður í kvøld klokkan 23 við FK-handilin í Miðvági.
Nógvir bilar eru úr Vágum, men vanliga koma fólk úr øllum landinum vestur at koyra í rekkju. Í fjør mundu einir 200 bilar koyra við.
Rekkjukoyringin var í Vágum á fyrsta sinni í 1998.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald