Mentan

Árligi Johannudagurin nærkast

Komandi vikuskifti verður aftur skipað fyri Jóhannudegi í Vági

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2024-08-25 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi vikuskifti, 30. og 31. august, verður aftur skipað fyri Johannudegi í Vági.

Tað er felagið Johanna TG 326, sum saman við Vágs kappróðrarfelag og Vágs kommunu fyriskipað Johannudagin.

Fyrireikingarnar eru í gongd, og aftur í ár verður nógv á skránni. Byrjað verður longu fríggjakvøldið við syngið við á fjørðinum og síðani føroyskum dansi saman við Jómsvíkingum á kaiini.

Leygardagin verður stóra vatnkríggið á kaiini, og eisini verða aldargomlu grindabátarnir og Action Boat á fjørðinum, um veðrið er til vildar. Høvið verður at vitja Brimil og hini skipini, sum liggja við kai, og børnini og barnsligar sálir kunnu fara á skattaveiðu og síggja livandi havdjór í fiskakørum.  Í kappróðrarneystinum verða fyrilestrar um vøkru gomlu grindabátarnar og um arbeiði á Johannu TG 326. Tað verða Rakul Dahl og Páll G. Jacobsen, sum greiða frá.

Johannudagurin endar við grillkvøldi og bryggjudansi, har Hans Jacob Hjelm og vinmenn spæla, skrivar Vágs kommuna.

Fyrstu ferð skipað varð fyri Jóhannudegi var í september 2021, og avgjørt varð, at hesin dagurin skuldi verða ein afturvendandi familjudagur í Vági. Í høvuðsheitum snýr dagurin seg um sluppina Johannu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder