Innanlands

Árligi jólahugnin í plantasjuni verður sunnudagin

Tiltakið hjá Lions Club Tórshavn verður millum klokkan 14 og 16.30. Í ár fer ágóðin til Jólahjálpina hjá Barnabata.

Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri sínum árliga jólahugna fyrsta sunnudag í advent

Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri sínum árliga jólahugna fyrsta sunnudag í advent

2023-11-29 12:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 3. desember, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri sínum árliga jólatiltaki fyri alla familjuna. Í ár fer ágóðin til Jólahjálpina hjá Barnabata.

Plantasjan verður pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har sum tiltakið er, so tað verður so hugnaligt sum møguligt. Sum vant, ber til at keypa sær jóladekoratiónir.

Eisini kemur Havnar Hornorkestur at seta sín dám á løtuna við góðum tónum. Jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini, og esini ber til at keypa sær kakao og bollar.

Talan er um eitt tiltak fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.

Hesaferð hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at ágóðin frá jólatiltakinum skal fara til
Jólahjálpina hjá Barnabata.

Lions Club Tórshavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder