Uttanlands

Árligi tíðindafundurin hjá Putin avlýstur

Tað er vorðið siðvenja, at russiski forsetin hevur tíðindafund fyri at markera ársskiftið, men nú verður boðað frá, at hann verður av ongum í ár

Putin á tíðindafundi 23. desember 2021 (Mynd: EPA)

Putin á tíðindafundi 23. desember 2021 (Mynd: EPA)

2022-12-12 16:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er vorðið siðvenja, at russiski forsetin, Vladimir Putin heldur ein tíðindafund fyri at markera ársskiftið, men í ár verður tíðindafundurin av ongum, boðar russiska stjórnin frá.

Talan er annars um eitt størri afturvendandi tiltak, sum varar fleiri tímar. Tá sleppa bæði tíðindafólk og borgarar at seta forsetanum spurningar.

Talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov sigur í fráboðan, at eingin tíðindafundur verður í ár uttan at geva nakra grundgeving, skrivar Ritzau. Keldur siga tó, at kríggið í Ukraina helst hevur verið partur av orsøkini.

Putin, sum kom til valdið í ár 2000, og hevur hann sitið sum forseti næstan øll árini, hevur hildið hendan tíðindafundin næstan hvørt ár, og í fjør talaði hann í fýra tímar.

Peskov sigur, sambært Moscow Times, at hóast tíðindafundur ikki verður hildin áðrenn nýggjárið, vóna tey, at hann kortini fer at fáa høvi at tosa við tíðindafólk, sum hann regluliga ger, eisini á uttanlandsvitjanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder