Innanlands

Armenia er tema á Holocaustdegnum í ár

Støðið verður millum annað tikið í frásøgn frá armenska Serj Tankian, ið er sangari í heavy rock bólkinum System of a Down

Í dag verður holocaustdagurin hildin fyri skúlanæmingum í Salt (Savnsmynd)

Í dag verður holocaustdagurin hildin fyri skúlanæmingum í Salt (Savnsmynd)

2022-01-26 07:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Holocaustdegnum 27. januar 2022 fer Nám at varpa ljós á landið Armenia og tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið setti í verk har í landinum í 1915. Hetta er fyrsta fólkadráp í 20. øld.

Tvøroyrar skúli er lokalur vertur fyri tiltakinum, sum fer at bjóða øllum skúlum og áhugaðum vælkomnum, eins og gjørt varð í fjør úr Skúlanum við Streymin, tá evnið var Bosnia.

Pallur fyri tiltakinum í ár er mentanarhúsið Salt, haðani stroymt verður. Uppgávur eru gjørdar á holocaust temasíðuni hjá Nám.

Støðið verður millum annað tikið í frásøgn frá armenska Serj Tankian, ið er sangari í heavy rock bólkinum System of a Down. Hann hevur lovað armenska abbanum, aldri at gloyma tað fólkadráp, sum núverandi Turkaland setti í verk móti armenska fólkinum. Báðar ommurnar og báðir abbarnir hjá Serj vóru yvirlivarar.

Ólavur í Geil, sum samskipar tiltakið, tosar við armenska sangaran.

Vit hoyra ein armenskan journalist siga frá um støðuna í Nútíðararmenia, og á temasíðuni eru eisini uppgávur, sum Sámal Matras Kristiansen hevur gjørt um landið í dag.

Prát er eisini við Tóru Petersen, sum greiðir frá, hvørjir sálarfrøðiligar faktorar gera seg galdandi, tá vit skulu finna syndabukkar í eini roynd at skilja millum okkum og hini. Øll kunnu fygja við, tá Holocaustdagurin verður hildin fyri skúlanæmingum í Salti hósdagin kl 10:00-11:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder