Innanlands

Árnafjarðartunnilin skotin ígjøgnum týsdagin

Árnafjarðartunnilin er tann styttri av nýggju tunlunum norður um Fjall, og týsdagin verður seinasta skotið latið av. Tunlarnir verða væntandi lidnir á heysti í 2024

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2022-11-04 15:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verður síðsta skotið latið av í Árnafjarðartunlinum. Tiltakið verður á kajøkinum í Ánunum týsdagin klokkan 14.

Á kajøkinum í Ánunum, fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at bjóða vælkomin. Síðani heldur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum ein røðu og at enda ber Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu fram røðu.

Eftir røðuna, fer Knút Guðjónsson, at lata síðsta skotið av. Knút var ein av trimum formonnum, tá gamli tunnilin var í gerð. Harumframt hevur hann verið við til at gera Hvannasundstunnilin, Sandvíkartunnilin og gamla Hvalbiartunnilin.

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, eru umleið 6500 metrar langt. 

Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder