Mentan

Arnbjørn Dalsgarð fær starvsløn í eitt ár

Mentanargrunnur Landsins veitt stuðul til starvsløn og íverksetan. Listi við øllum móttakarunum

Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Arnbjørn Ó. Dalsgarð

2020-02-06 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mentanargrunnur Landsins hevur í dag latið árliga stuðulin til starvsløn og íverksetan.

Grunnurin sigur í tíðindaskrivi, at hann fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Grunnurin fekk 117 umsóknir, og søkt var um 40,5 milliónir krónur.

Grunnurin hevur 3,350 mio kr at lata til starvslønir og íverksetanarstuðul.

40 umsøkjarar fingu stuðul í hesum umfari. Á fundi 19. januar var avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:

1 ár:
Arnbjørn Dalsgarð, rithøvund.

6 mánaðir:
Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvund
Jón Sonni Jensen, myndlist
Tórfinnur Jákupsson, filmslist
Rógvi á Rógvu, tónasmíð
Niclas Johannesen, tónasmíð.

Sekstan umsøkjarar fingu 3 mánaðir, seks 2 mánaðir og níggju umsøkjarar fingu 1mánað. Tilsamans vóru sostatt 103 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2020. Listin yvir móttakararnar sæst niðjast í greinini

75.000 krónur til íverksetan
Grunnurin fekk eisini 13 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 krónur, og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.

Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul: Janu Jonhardsdóttir, myndlist, Rúnu Volmarsdóttir Højgaard, dansur og Terja Rasmussen, tónleik.

Hesi fáa starvsløn í tríggjar mánaðir
Guðrið Hansdóttir, tónleikari
Hanni Julius Bjartalíð, myndlist
Heðin Ziska Davidsen, tónleikari
Hugin Eide, týðari
Ingun Christensen, rithøvundur
Jensina Olsen, tónleikari
Kristian Blak, tónleikari
Margit Baadsager, rithøvundur
Mattias Kapnas, tónleikari
Oddfríður M. Rasmussen, rithøvundur
Óli A. Reinert á Geilini, rithøvundur
Poulina Jóanesardóttir, vevlist
Rani Nolsøe, tónleikari
Steffan Stumann Hansen, rithøvundur
Sunleif Rasmussen, tónleikari
Zacharias Hammer, heimildarfilmur

Hesi fáa starvsløn í tveir mánaðir
Jón Aldará, tónleikari
Ines Jørgensen, týðari
Leivur Thomsen, tónleikari
Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, dansur
Rúna Volmersdóttir Højgaard, dansur
Theodor Kapnas, tónleikari

Hesi fáa starvsløn í ein mánað
Durita Dahl Andreassen, sjónleikari
Edvard S. Olsen, týðari
Eli Tausen á Lava, tónleikari
Elin Michelsen, rithøvundur
Jákup Dahl, sjónleikari
Kári Sverrisson, tónleikari
Mariann Hansen, sjónleikari
Martin Schurholz, týðari
Sanna A. Dahl, týðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder