Innanlands

Arne Vatnhamar lagt fjórða tindin fyri sínar føtur

Kom upp á 5.642 metra høga Elbrus í Kaukasus í fjórðu royndini í dag

(Mynd: Vatnhamar Adventures)

(Mynd: Vatnhamar Adventures)

2019-09-14 15:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra tindar tiknir, tríggir eftir! Hetta kundi føroyski fjallaklintrarin, Arne Vatnhamar, staðfesta í dag, tá hann tók Merkið fram á 5.642 metra høga kaukasiska fjallatindinum Elbrus í Russlandi sunnast móti markinum til Gorgia.

Elbrus er hægsta fjall í Evropa.

Harvið hevur Arne Vatnhamar nú vunnið á fýra fjallatindum av teimum sjey fjallatindunum, sum er málið hjá nógvum fjallaklintrarum, nevniliga at stíga hægsta tindin í øllum sjey heimspørtunum.

Arne Vatnhamar skrivar soleiðis um royndina at koma upp á Elbrus:

- Hóast hesin tindurin, á pappírinum, er ein av teimum løttu, vóru tríggjar royndir neyðugar, áðrenn mítt Merkið veittraði har. Hvør tindur hevur sínar avbjóðingar, og er týdningarmesti lærdómur innan fjallaklintring; at duga ikki at taka óneyðugar risici - fjallið fer ongan veg!

Arne Vatnhamar hevur nú megnað at vinna niðan á hesar av heimsins fýra tindum:
Aconcagua í Argentina, nærhendis markið til Kili, 6.961 metrar, hægsta fjall í Suðuramerika.
Mount Everest í Nepal, 8.848 metrar, hægsta fjall í Asia
Kilimanjaro í Tansania, 5.895 metrar, hægsta fjall í Afrika
Mount Elbrus í Russlandi, 5.642 metrar, hægsta fjall í Evropa

Næsta fjall, sum Arne Vatnhamar ætlar sær at royna, er hægsta fjallið í Norðuramerika, 6.190 metra høga fjallið Denali í Alaska.

Fyri at náa ’Seven Summit’, skal hann eisini vinna 4.892 metra høga fjallinum Vinson á Antarktis og 2.228 metra høga Kosciuzko í Avstralia ella 4.884 metra høga Puncak Jaya, alt eftir um ein tekur oyggjarnar (Oceania) við í tann sjeynda heimspartin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder