Innanlands

Arnfinnur prógv við serritgerð um koronavirus

Í serritgerðini verður mentur ein kanningarháttur sum innan 8 til 12 tímar kann lesa allan arvastreingin á koronavirus. Serritgerðin hevur heiti “NanoPore whole genome sequencing and rapid identification of SARS-CoV-2 subtypes in the Faroe Islands”

2021-06-20 12:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðani august 2020 hevur Arnfinnur Kallsberg verið á kanningarstovuni hjá Heilsufrøðiligu starvstovuni har hann hevur arbeitt við serritgerð at fáa Cand. Scient. í Medisin og Mýlislívfrøði á Universitetinum í Roskilde (RUC).

Serritgerðin hevur heiti “NanoPore whole genome sequencing and rapid identification of SARS-CoV-2 subtypes in the Faroe Islands”.

Í serritgerðini verður mentur ein kanningarháttur sum innan 8 til 12 tímar kann lesa allan arvastreingin á koronavirus. Hetta er eitt týdningarmikið amboð í smittusporing av koronu m.a. at staðfesta um ein persónur við korona hoyrir til eina kenda smittuketu ella ikki.

Eisini hevur kanningarhátturin týdning at vita um ein nýggjur koronuvirus variantur kann vera meira smittuelvandi sum vit kenna frá t.d. tí bretska ella indiska variantinum.

Debes Hammershaimb Christiansen frá Heilsufrøðiligu starvstovuni og Svein-Ole Mikkelsen frá Fróðskaparsetrinum hava verið hjávegleiðarar.

Fríggjadagin 18. juni var ein sera væleydnað próvtøka á Teams.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder