Innanlands

Árni Olsen nýggjur formaður í Ferðavinnufelagnum

Henny á Líknargøtu, sum hevur verið forkvinna seinastu árini, er nú næstforkvinna, eftir at nevndin skipaði seg í farnu viku

Frá vinstru: Henny á Líknargøtu, Árni Olsen, Jenny í Heiðunum, Sakaris Frederiksen, Mimmy Vágsheyg og Hans Jákup Kollslíð (Mynd: Vinnuhúsið)

Frá vinstru: Henny á Líknargøtu, Árni Olsen, Jenny í Heiðunum, Sakaris Frederiksen, Mimmy Vágsheyg og Hans Jákup Kollslíð (Mynd: Vinnuhúsið)

2022-11-07 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 19. oktober hevði Ferðavinnufelagið aðalfund.

Á aðalfundinum stóðu Henny á Líknargøtu og Árni Olsen fyri vali. Harumframt ynskti Aleth Nielsen at takka fyri seg í nevndini, og nýggjur nevndarlimur skuldi tí veljast í hennara stað. Tiltakslimurin stendur fyri vali á hvørjum ári.

Úrslitið var, at Henny á Líknargøtu og Árni Olsen vóru afturvald, og at Jenny í Heiðunum var vald sum nýggjur nevndarlimur í felagnum. Mimmy Vágsheyg var afturvald sum tiltakslimur, skrivar Vinnuhúsið.

Í farnu viku skipaði nevndin seg, og er hon skipað soleiðis:

  • Árni Olsen, formaður
  • Henny á Líknargøtu, næstforkvinna
  • Hans Jákup Kollslíð
  • Sakaris Frederiksen
  • Jenny í Heiðunum
  • Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder