Innanlands

Arni Petersen heldur fram sum formaður

Føroya Verkfrøðingafelag havt aðalfund

Stýriđ í Føroya Verkfrøđingafelag. Aftast f.v. Gunn Hanusardóttir Møller, Súsanna Berg, Lovisa Petersen Glerfoss, Óluva Vang. Fremst f.v. Albert Pætursson, Arni Petersen, Bjarni Petersen

Stýriđ í Føroya Verkfrøđingafelag. Aftast f.v. Gunn Hanusardóttir Møller, Súsanna Berg, Lovisa Petersen Glerfoss, Óluva Vang. Fremst f.v. Albert Pætursson, Arni Petersen, Bjarni Petersen

2021-03-16 11:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Verkfrøðingafelag hevur havt aðalfund í hølum felagsins. Fundurin varð eisini stroymdur, so limir, ið ikki høvdu møguleika at koma til Havnar á fund, høvdu møguleika at fylgja við á internetinum.

Farna árið hevur veriđ merkt av korona støðuni á tann hátt at tað hevur verið trupult at savnast til tiltøk. Árliga ólavsøkuhaldið var tó eitt undantak har 50 gestir vóru á gátt.

Føroya Verkfrøđingafelag hevur avtalu við donsku heimasíðuna Ingeniøren (www.ing.dk), at limir í Føroya Verkfrøðingafelag hava atgongd til alt innihaldið á hesi portali ætlaður verkfrøðingum og øðrum við áhuga fyri tøkni. 

Sum nakað nýtt er í ár eisini gjørd avtala um at limir og arbeiðspláss hjá limum kunnu fáa munandi avsláttur á hald av PRO-medier hjá Ingeniøren. PRO-medier eru meira fakliga málrættaðir tíðinda- og vitanarportalar innan verkfrøðingayrkið.

Á aðalfundinum vóru Gunn Hanusardóttir Møller, Súsanna Berg og Bjarni Petersen vald í nevndina. Albert Pætursson var valdur sum tiltakslimur. 

Eftir aðalfundin skipaði stýrið seg við Arna Petersen sum formanni, Lovisu Petersen Glerfoss sum næstforkvinnu, Gunn Hanusardóttir Møller sum skrivara, Bjarna Petersen sum kassameistara, Súsannu Berg sum nevndarlimi, Albert Pætursson og Óluvu Vang sum tiltakslimum.

Stýrið vil seta fokus á verkfrøðiyrkið
Við at skapa eitt fakligt rúm fyri verkfrøðingar við ymiskum fakligum tiltøkum og samskifti millum limir, fáa limir møguleika at luttaka og byggja góð netverk við aðrar verkfrøðingar í landinum.

Møguleiki er eisini hjá føroyskum verkfrøðingum, sum eru búsitandi uttanlands og verkfrøðingum sum starvast innan onnur sáttmálaøki í Føroyum at gerast atknýttir limir í felagnum. Eisini er nú møguleiki hjá verkfrøðislesandi bæði á Fróđskaparsetrinum og uttanlands at gerast limir í Føroya Verkføðingafelag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder