Innanlands

Árni Skaale hevði fyrsta arbeiðsdag sum landsstýrismaður

Samkoma í Fiskimálaráðnum í gjár har fyrrverandi landsstýrismaðurin takkaði fyri seg og tann nýggi varð bjóðaður vælkomin

Árni Skaale og Jacob Vestergaard (Mynd: Fiskimálaráðið)

Árni Skaale og Jacob Vestergaard (Mynd: Fiskimálaráðið)

2022-01-08 08:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Árni Skaale sum hósdagin varð settur í starv sum landsstýrismaður í Fiskimálaráðnum, hevði í gjár sín fyrsta arbeiðsdag.

Í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu, har starvsfólk nýttu høvi at ynskja landsstýrismanninum vælkomnum.

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum flutti fram røðu og greiddi frá, at ein av uppgávunum hjá starvsfólkunum er at standa landsstýrismanninum í tænastu og at flyta hansara ætlanir út í lívið. Somuleiðis takkaði aðalstjórin vegna starvsfólkið Jacob Vestergaard fyri tíðina og gott samstarv.

Júst fráfarni landsstýrismaðurin flutti fram heilsan og takkaði fyri tíðina, ið farin er. Nýggi landsstýrismaðurin bar somuleiðis fram heilsan við ynskjum um besta samstarv í tíðum sum koma, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuni.

Sí eisini: Myndir: Nýggju landsstýrismenninir tilnevndir av løgmanni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder