2019-06-07 08:13
Arnold Vegghamar er føddur og uppvaksin á Viðareiði, og hevur síðani hann var heilt ungur, málað. Tá hann var 24 ára gamal, fór hann til Danmarkar at læra til silvur- og gullsmið.
Í Føroyum hevur Vegghamar m.a. havt stakframsýningar við málningum í Listaskálanum, í Gallerie Focus og verið við á Várframsýningum. Í Danmark hevur hann m.a. sýnt fram í Sønderborg, Hirtshals og í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.
Listin hjá Arnold Vegghamar hóskar sera væl til føroysku heimini við síni einklu og litríku uppseting. Framsýningin í Myndlist hongur uppi til og við 14. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald