Útnorðurráðið heldur í hesum døgum 40. ársfund ráðsins í Tórshavn. Ársins fundur varð settur í Norðurlandahúsinum í gjár, týsmorgunin.
Tað eru fólkavaldu limirnir í ráðnum, sum hittast. Ráðið er mannað av 6 tinglimum úr hvørjum landi í útnorðri, Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harumframt luttaka politikarar og gestir úr hinum Norðurlondunum.
Evnini fyri ársfundin hesa ferð eru sivil tilbúgving í útnorðri og mál í útnorðri í einum talgildum heimi á skránni. Harumframt viðgerð ráðið onnur viðkomandi evni, herímillum altjóða samstarv, skrivar logting.fo.
Barna og ungdómsbókmentavirðislønin verður handað í morgin
Tað er ikki bert fundarvirksemi, ið er á skránni hesar dagarnar í føroyskaa høvuðsstaðnum. Mentanin í londunum skal eisini heirðast.
Hósdagin 29. august verður Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins handað. Hetta er fastur táttur
Heimasíðan hjá Løgtinginum skrivar, at í ár eru útvaldu bøkurnar:
Flytifuglar eftir Elina á Rógvi, Eli aalisagarsuarlu eftir Apollus Inûsugtok (GL) og Héragerði eftir Lóu H. Hjálmtýsdóttir (IS).
Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsin verður handað í morgin klokkan 17 á almennum tiltakið í Norðurlandahúsinum.
Grønland tekur nú við formansskapinum
Londini skiftast um at hava formanssessin. Jenis av Rana hevur havt formanssessin seinasta árið - næsta árið er tað Grønland, ið eigur tørn.
Nýggjur formaður verður Doris J. Jensen, Steinunn Tóra Árnadóttir verður 1. næstformaður og verandi formaður, Jenis av Rana, verður 2. næstformaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald