Innanlands

Ársins álitisfólk og ársins sjúkrarøktarfrøðingur

Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar høvdu aðalfund leygardagin

Jóhanna Hansen (t.v.) og Mildrid Rasmusdóttir

Jóhanna Hansen (t.v.) og Mildrid Rasmusdóttir

2022-03-15 10:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um vikuskiftið høvdu aðalfund, varð eisini avdúka hvørji vórðu vald til ávikavist ársins sjúkrarøktarfrøðing og ársins álitisfólk 2022.

Mildrid Rasmusdóttir, sum starvast á skurðambulatiriunum Landssjúkrahúsinum, varð kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur.

Um Mildrid verður sagt, at hon hevur:

  • Ment sjúkrarøktarfrøðina á skaðaambulatoriunum til gagn fyri sjúklingar og starvsfólk
  • Víst góð samstarvsevnir við at skipa tvørfakligt samstarv á skaðaambulatoriunum

Er faklig inspiratión fyri sínar starvsfelagar við at hon:

  • altíð heldur sína fakligu vitan dagførda
  • altíð er klár at miðla hesa vitan til starvsfelagar og lesandi
  • altíð torir at verja sjúkrarøktina
  • altíð tryggjar sjúklinginum skjóta og góða hjálp

Er persónlig inspiratión við sínum:

  • hegni og kreativiteti
  • róliga, jaliga, álitisvekjandi, hjálpsama og semjusøkjandi lyndi
  • evnum at styrkja og gagnnýta bestu eginleikar hjá sínum samstarvsfeløgum

Tekur ábyrgd langt út um tað, ið krevst
Jóhanna Hansen, sum er álitisfólk hjá heimatænastuni á Sandi, varð kosin ársins álitisfólk 2022. Um Jóhonnu Hansen verður sagt:

Jóhanna hevur verið virkin sum álitisfólk gjøgnum nógv ár og hevur við sínum royndum mangan deilt út av sínari vitan til gagn fyri bæði felagið og hini álitisfólkini.

Jóhanna kennir sáttmálan út og inn, og tað ber altíð til at heita á hana um ivamál stinga seg upp.

Mangan hevur hon staðið í truplum støðum í sínum arbeiði, og altíð hevur hon tikið ábyrgd langt út um tað, ið starvið krevur.

Jóhanna hevur átikið sær truplar uppgávur sum álitisfólk og loyst tær til gagn fyri limir og felag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder