Innanlands

Ársins bestu brundar

Fríggjakvøldið vóru vinnararnir av Landsseyðasýningini kunngjørdir

2021-11-29 14:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin vórðu úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

Á hvørjum heysti eru staðbundnar seyðasýningar úti um landið, har góðkendir sýnarar døma brundseyð. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu ella 1. premiu á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri, sum liður í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt.

Til Landsseyðasýningina verða tilmeldaðu seyðirnir sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum, bidnir til uppgávuna av Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

Avgerðin
Úrslitini fyri 2021 blivu almannakunngjørd 26. november á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 40 áhugað vóru komin saman.

Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum. Vístar vórðu videoupptøkur av átta teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki. Síðan helt Jacob Vestergaard røðu vegna sýnsmennirnar, og kunngjørdi vinnararnar og handaði teimum virðislønirnar.

Úrslitini vóru hesi:

[object Object]
1. virðisløn, verðagjólingar: Thorvald Lützen, Syðradalur S

Veðragjólingar:
1. Virðisløn: Thorvald Lützen, Syðradalur
2. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður
3. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður

[object Object]1. virðisløn, veturgamlir veðrar: Sigtór Thorvaldson Lützen, Syðradalur S

Veturgamlir veðrar:
1. Virðisløn: Sigtór Thorvaldson Lützen, Syðradalur
2. Virðisløn: Mortan úr Hørg, Sumba
3. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður 

[object Object]1. virðisløn, eldri veðrar: Christian Christiansen, Skáli

Eldri veðrar:
1. Virðisløn: Christian Christiansen, Skáli
2. Virðisløn: Jákup J. Joensen, Sumba
3. Virðisløn: Juul Sumberg, Vágur

Møguleiki var at fylgja tiltakinum í beinleiðis stroyming.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder