Á ársins leiðaradegi, sum Synergi skipar fyri á Hotel Føroyum í dag, verða ársins leiðarar 2025 innan tað privata og almenna funnir.
Ein dómsnevnd hevur tikið støðu til tilnevningarnar, og hava funnið fram til ein lista við trimum nøvnum.
Topp 3 innan tað almenna – í stavrað eftir fornavni:
Hans Johannes á Brúgv, Sjóvinnustýrið
Jóngerð Guttesen, Roðin
Monica Hjelm Rasmussen, Familjufyrisitingin
Topp 3 innan tað privata - í stavrað eftir fornavni:
Álvur Højgaard, stjóri, Navigare Shipping
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri Mowi
Poula Michelsen, nevndarforkvinna, PM
Kjósanin verður stroymd her á Portalinum kl. 16.20. Umframt Ársins leiðarar verður nýggji heiðurin Herðaklappið til millumleiðarin latin á fyrsta sinni. Hetta verður somuleiðis stroymt á Portalinum, tað verður kl. 15.
Stroymingin verður at finna á forsíðuni á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald