Innanlands

Ársins leiðari kosin klokkan 16:45

Fylg við tá ársins leiðari verður kosin á Leiðaradegnum, sum er á Hotel Føroyum í dag. Kjósanin verður stroymd á portal.fo

2021-05-21 12:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fylg við her

Ársins leiðari innan tað almenna og innan tað privata verður kosin seinnapartin klokkan 16.45 á leiðaradegnum, sum er á Hotel Føroyum í dag.

Kjósanin verður stroymd beinleiðis á Portalinum, og verður at finna á forsíðuni klokkan 16:30.

Hesi eru í uppskoti:

Topp 3 kandidatar innan tað almenna
Farsóttarnevndin
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri
Pál Weihe, leiðari, deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Topp 3 kandidatar innan tað privata
Fróði Clementsen, stjóri, Teldutænastan
Marita Rasmussen, stjóri, Vinnuhúsið
Martin Restorff, stjóri, Hotel Hilton Garden Inn

Á Leiðaradegnum, sum verður settur á Hotel Føroyum klokkan 13 fara Jan Gintberg, Anders Stahlscmidt, Alexandra á Dul, Jógvan Fríðriksson og Martin Restorff at røða.

Tað er Synergi skipar fyri leiðaradegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder