Innanlands

Ársins leiðari kosin seinnapartin

Leiðaradagurin er á Hotel Føroyum í dag, og seinnapartin verður ársins leiðari kosin. Kjósanin verður send beinleiðis á portal.fo

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-21 08:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2021 verður avdúkað í dag klokkan 16.45 á Leiðaradegnum, sum er á Hotel Føroyum seinnapartin.

Kjósanin verður stroymd beinleiðis á Portalinum, og verður at finna á forsíðuni klokkan 16:30.

[object Object]

Hesi eru í uppskoti:

Topp 3 kandidatar innan tað almenna
Farsóttarnevndin
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri
Pál Weihe, leiðari, deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Topp 3 kandidatar innan tað privata
Fróði Clementsen, stjóri, Teldutænastan
Marita Rasmussen, stjóri, Vinnuhúsið
Martin Restorff, stjóri, Hotel Hilton Garden Inn

Í dómsnevndini sita Søren Bruhn, stjóri, Suðuroyar Sparikassi, Marjun Eystberg, stjóri, Input og Halldis Joensen, verkætlanarleiðari, Demensætlan fyri Føroyar.

Á Leiðaradegnum, sum verður settur á Hotel Føroyum klokkan 13 fara Jan Gintberg, Anders Stahlscmidt, Alexandra á Dul, Jógvan Fríðriksson og Martin Restorff at røða.

Tað er Synergi skipar fyri leiðaradegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder