Fyri tjúgundu ferð verða ársins leiðarar kosnir. Tað verður fríggjadagin á Leiðaradegnum, sum verður á Hotel Føroyum.
Ein innan tað almenna og ein innan tað privata. Endamálið við Leiðaradegnum er at seta leiðslu á breddan í Føroyum og at heiðra tey, ið hava skara framúr innan leiðslu.
Øll kunnu tilnevna ársins leiðarar og nógvar góðar tilnevningar komu inn.
Ein væl skikkað dómsnevnd hevur arbeitt við at finna fram til hvørji eiga at vera í topp trý. Limir í dómsnevndini eru Ingibjørg Berg, Hedvig Johansdóttir og Johnny í Grótinum.
Ársins leiðari er tignarligasti heiður, ein leiðari í Føroyum kann fáa.
Dómsnevndin hevur nú peikað á topp trý innan tað almenna og tað privata.
Hesi eru í Topp 3 innan tað almenna – í stavrað fornavn:
Hákun Djurhuus, SEV
Jóngerð Guttesen, Roðin
Regin Marnersson, Skúlin á Fløtum
Topp 3 innan tað privata - í stavrað fornavn:
Ingunn Eiriksdóttir, stjóri, Betri Trygging
John Eli Olsen, stjóri, El-service
Ósbjørn Jacobsen, Henning Larsen
Kjósanin verður stroymd á portal.fo kl. 16.45 fríggjadagin 26. januar
Fylg við á portal.fo kl. 16.45, tá Ársins leiðarar verða kosnir.
Skráin fyri Ársins leiðaradag 2024:
Suni Justinussen, Ársins privati leiðari 2023 | Setir dagin
Søren Schultz Hansen, vinnugranskari | Hvussu leiðir tiltrekkir, motiverar og fastheldur tú yngra ættarliðið?
Leif Abrahamsen, Ársins almenni leiðari | Úr skjáttuni
Elisa Vang | Stand Up
Marius Ziska | Frálíkir tónar
Martin Thorborg | Finn tín egna stíl og fá sukse sum leiðari
Kjósan av Ársins leiðarum 2024
Jubileumsveitsla | Húsagarður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald