Tá Time Magazine seinast valdi Ársins Persón, gekk heiðurin til journalistar kring heimin. Serliga er tað teir journalistar, sum hvønn dag eru fyri ágangi, verða fongslaðir, og enntá dripnir, fyri sítt virksemi í yrkinum.
Ein av teimum fýra journalistunum, sum Time Magazine nevndi, er Maria Ressa úr Filipsoyggjunum. Ein annar var dripni Jamal Khashoggi.
Mikudagin varð Ressa handtikin á høvuðsstøðini hjá tíðindamiðlinum Rappler, sum hon stendur á odda fyri. Maria Ressa verður ákærd fyri ærumeiðing á netinum. Ressa hevur verið sera atfinningarsom móti forsetanum í landinum, Rodrigo Duerte, og sigur, at stjórnin brúkar hesa lógina um ærumeiðing til at fáa fólk at tiga. Eisini hevur hon kannað sakir um mutur í landinum.
Í morgun varð hon so leyslatin móti veðhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald