2022-07-27 09:23
Seinnapartin fara helst nøkur túsund fólk at ganga Pride skrúðgongu av økinum kring Tórsvøll og oman gjøgnum býin, oman á Vaglið, har konsert verður.
Vanliga hevur tiltakið savnað nógv fólk, men seinastu tvey árini hevur eingin skrúðgonga verið.
Hitað verður upp frá klokkan 15:30, og klokkan 16 verður kósin sett móti Vaglinum.
Til konsertina á Vaglinum klokkan 16.30 spæla Sway, Guðrið Hansdóttir, Eyðun Nolsøe, Marius DC og Siriously. Elisa Vang setir ársins Faroe Pride.
Í løtuni sirmar í Havn, men veðurstovurnar siga annars, at tað verður turt restina av degnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald