Innanlands

Ársroyndir avlýstar, men próvtøkur verða hildnar

Fleiri næmingar á Glasi hava fingið covid-19

2021-05-25 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Allar ársroyndir, sum skuldu verið hildnar á Glasi hesa vikuna eru avlýstar.

Hetta hendir eftir, at staðfest er, at níggju næmingar á skúlanum eru testaðir positivir fyri covid-19.

Heimasíðan hjá skúlanum skrivaði í gjár, at endaligu próvtøkurnar tó verða hildnar sum ætlað hesa vikuna. Virksemið á hægri námi heldur eisini fram sum ætlað.

- Umráðandi er, at almennu leiðreglurnar verða fylgdar; at vit halda fjarstøðu, hava gott reinføri og at minkað verður um sosiala samveru, ið ikki er neyðug. Um ein hevur sjúkueyðkenni ella hevur verið í samband við ein smittaðan, er umráðandi at lata seg testa skjótast gjørligt, skrivar skúlin á heimasíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder