Hetta er árstíðin, tá trampolinir og annað leyst, ið kann verða tikið av vindinum, verður tryggjað ella tikið inn.
Soleiðis ljóðar áheitanin frá løgregluni, nú løgreglan hevur fingið fyrstu fráboðanirnar um, at leysir lutir eru farnir á flog í vindinum.
Tað var longu fyrrapartin í gjár – um 11 tíðina – at fyrsta fráboðanin kom. Tað var í Norðragøtu, har nógvi vindurin har hevði tikið fatur í eini trampolin.
- Vit eru komin út í árstíðina har fólk av álvara skulu fara at umhugsa at taka trampolinir niður, og annars tryggja leysar lutir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Veðurvánirnar í dag fyri Norðagøtu, sambært Veðurstovu Føroya, siga 12-13 metrar um sekundið av útnyðringi, minkandi út á kvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald