Innanlands

Articon átti lægsta boðið

Tilboðið hjá Articon uppá 2. byggistig av útbýggingini av Skúlanum á Giljanesi var 34,8 milliónir krónur

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2021-10-12 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í august varð 2. byggistig av útbýggingini av Skúlanum á Giljanesi boðið út, og fríggjadag seinnapart var lisitatión á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági.

2. byggistig rúmar nýggjum fakhølum til m.a. tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði. Víðkaðir karmar verð til heimastovur og felagsøkir. Harumframt verða broytingar gjørdar í 1. byggistigi, sum betra um møguleikan fyri serundirvísing, umframt at umstøðurnar hjá lærarum og heilsustarvsfólki eisini verða broytt og betra.

Arbeiðið sum boðið varð út, var høvuðsarbeiðstøka. Talan var um almenna lisitatión, og fýra tilboð komu inn, skrivar Vága kommuna.

Nógv fólk var komið saman á kommunuskrivstovuni, har Albert Ellefsen, formaður í bygginevndini fyri 2. byggistig, lat tilboðini upp, og greitt var, at Articon átti lægsta tilboðið á 34.836.106,00.

Síðan kom Búsetur á 37.581.102,00, J&K Petersen á 39.712.122,00, men við einum fyrivarni um prísin á byggitilfari, og tilboðið hjá MT Højgaard var á 39.833.959,21.

Kostnaðarmetingin ljóðaði uppá 33.656.723,00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder