Innanlands

Articon hevði lærlingadag

Í dag skipaði Articon fyri árliga lærlingadegnum hjá lærlingunum og teirra arbeiðsleiðarum

2022-09-23 20:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag skipaði Articon fyri árliga lærlingadegnum hjá lærlingunum og teirra arbeiðsleiðarum. 

Hesa ferð var farið til Vestmannar. Byrjað var við at ganga niðan í Gjónna, har Gunndur Fossdal tók ímotí liðnum. Síðani var vitjað á fleiri verkætlanum hjá Articon, har Bárður R. Johannesen, byggileiðari, kunnaði um arbeiðið. 

Dagurin endaði við, at Gunndur Fossdal grillaði og onkur kapping um trygd og trivnað var á skrá. 

Dagurin eydnaðist sera væl í góð veðrinum í Vestmanna. Lærlingadagurin hevur verið eitt afturvendandi tiltak í nøkur ár, sigur Articon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder